top of page
Udvalgte blogindlæg

Hvat er hugsanin aftanfyri

  • 27. mar. 2016
  • 1 min læsning

Ferran Adria sagdi einaferð at, um man spyr ein serfrøðing innan astrofysik um hvussu svørt hol blíva til og fungera, so vil hann gjarna fortelja tær tað uppá sín hátt; og tú góðkjennur forkláringina hjá honum sum verandi røtt. Men um heimsins besti kokkur gjørdi heimsins besta mat og borreidi hann, so er heilt sikkurt onkur sum sigur ... æhh, manglar salt ella okkurt sovorit.

Øll hava eina hugsan um mat, tað er nakað so inngrógvi og fundamentalt í okkara hugsan sum menniskju.

Tað finnast óteljani mátar at gera mat uppá og óteljandi kokkar sum hava sína egnu hugsan um hvat er matur og hvussu tann rætti hátturin er at gera matin uppá. Enn fleiri eru sum vilja seg hava eina hugsan um tann kokkin, matin ella mátan hann er gjørdu uppá.

Tann mátin sum Logi&Glóð grera mat uppá er ikki nakað tilvildarligt. Teknikkurin stammar úr øllum heiminum og er royndur gjøgnum árhundraðir og okkurt av tí stammar frá fleiri túsind ár fyri krist.

Inspiratiónin kemur frá Francis Mallmann úr Argentina. Hann hevur í mong ár lært seg at gera fínan franskan mat fyri tey ríku og kjendu. Hettar gjørdist hann troyttur av og bestemmaði seg fyri at venda sær frá tí fína og móti tí originala mátanum at gera mat uppá; yvir eitt bál. Hann hevur gjøgnum áravís reist runt í heiminum og gjørt mat til fólk uppá hendan háttin.

Hugsunarhátturin er at tað er ein reisandi matstova sum kemur til tín tá tú hevur hug og brúk fyri tí.


 
 
 

Kommentarer


Kom tilbage igen snart
Når indlæg er udgivet, kan du se dem her.
Seneste blogindlæg
Arkiv
Sorter efter tags
Følg os
  • Facebook Basic Square
  • Twitter Basic Square
  • Google+ Basic Square
  • Facebook Social Icon
  • Twitter Social Icon
  • Instagram Social Icon
  • Trip Advisor Social Icon

© 2023 by Chef Catering. Proudly created with Wix.com

bottom of page