top of page

Kokkurin fortelur

Jóhann L Laksáfoss

Hvat er tað sum eg kann bjóða sum ger at tit skullu ringja til mín og bestilla eina event?

Havi gingi á kokkaskúlanum í Klaksvík. Starvaðist sum kokkur á Toscana í havn. Arbeitt á Nest í Miðvági. Stutt á hotel Vagar. Eri egentligani útbúgvin innan Multi-media dasign. Konsepti er útvikla út frá Francis Mallmann, ein kokkur úr Uruguai. Búsitandi í Argentina. Nokk tann kjendasti sjónvarps kokkurin í Suður-Ameriku. Hann royndi seg innan franskan mat í mong ár, men endaði við at venda aftur til róturnar bæði sum Argentinari og sum menniskja. Hann brúkar primitiva plátur, opnan eld, maturin skal brennast eitt sindur og útvikla karrakter. Hesin hugbururin passar fínt til mín og so sum eg sýggji tað, passar tað fínt til føroyska mentalitetin. Royndi at opna egna matstovu í Nyborg, restaurant-Felix. Alt er blivi so fínt innan mat og matstovur við mikro-grønnmeti og pulvuriseraðari hvíttleyks marinadu. Vil vekk frá tí fína og aftur til tað meira basis.

  • Facebook Social Icon
  • Twitter Social Icon
  • Instagram Social Icon
  • Trip Advisor Social Icon

© 2023 by Chef Catering. Proudly created with Wix.com

bottom of page